Skip to main content
Startup Podcastið

Startup Podcastið

By Startup Podcastið
Í Startup Podcastinum prátar Halgir Winther Nagata við føroyskar íverksetarar um hvat tey gera, hvussu tey gera tað og hví tey gera tað.

Finn allar partar og annað innihald á halgir.fo.
Where to listen
Apple Podcasts Logo

Apple Podcasts

Breaker Logo

Breaker

Castbox Logo

Castbox

Google Podcasts Logo

Google Podcasts

Overcast Logo

Overcast

Currently playing episode

#02 - Hildarting v/ Tóka Ellefsen og Bartal Hofgaard Hestoy

Startup Podcastið

1x
#05 - Simprentis v/ Ólavur Ellefsen
Ólavur er garvaður íverksetari. Han var millum annað við til at stovna Kall, sum seinni varð selt til Vodafone. Men tá hann fór í holt við Simprentis, helt hann tað skuldi vera hansara lívsverk og ongantíð seljast. Allíkavæl seldi hann tíggju ár seinni fyritøkuna til ein altjóða oljurisa fyri 15 milliónir krónir. Hoyr meg práta við Ólav um leiðina frá startup til exit, um fyrimunir og vansar við at arbeiða úr Føroyum sum íverksetari og um hansara ráð til aðrar íverksetar.
34:60
November 22, 2018
#04 - 1handPlate v/ Marionnu Andreassen og Marinu Moraitis
Summi hugskot eru úrslit av einari irriterandi hending, har tú hugsar "tað má vera ein betri máti at gera hetta uppá". Eitt av teimum er 1handPlate, tallerkurin til móttøkur har títt vínglas kann hangast á, so tú hevur aðru hond leysa. Hoyr meg práta við Marionnu Andreassen og Marinu Moraitis um fyrimunir við at ikki vita for nógv og um avbjóðingarnar tá familjan er saman um eina fyritøku.
29:10
October 23, 2018
#03 - G! Festival v/ Jón Tyril
Sum ungur tónleikari var Jón Tyril á konsertferð í Danmark. Á einari café prátaðu hann og vinfólk um, at onkur burdi gjørt ein festival har tað ber til at hoyra nýggjan føroyskan tónleik. Úrslitið gjørdist G! Festival. Hoyr meg práta við Jón Tyril um fyrimunir við at búgva í Føroyum sum íverksetari, um at fara á heysin, og um at altíð gera hvat mann heldur er rætt.
39:45
August 21, 2018
#02 - Hildarting v/ Tóka Ellefsen og Bartal Hofgaard Hestoy
Vinmenninir Tóki Ellefsen og Bartal Hofgaard Hestoy hava altíð dámt væl borðspøl. Tí fóru teir í holt við at skapa sítt heilt egna: Hildarting er eitt føroyskt spæl sum minnir um tað vælkenda Risk. Hoyr meg práta við teir báðar um mongu avbjóðingarnar teir møttu á leiðini. Hvat gert tú, tá ið seinking omaná seinking stingir seg upp frá fabrikkini, og tú noyðist at fáa spælið í handlarnar áðrenn jól? Ella tá ið eitt líknandi spæl knappliga kemur á hillarnar, áðrenn títt yvirhøvur er kunngjørt?
48:44
June 11, 2018
#01 - Polar Films v/ Andres Jacobsen
Tá Andres Jacobsen var heilt ungur gjørdu hann og vinmenninir gysara filmar við grísa-hjørtum og medistarapylsu. Nú eigur og rekur hann Polar Films saman við Brian Samson, har teir báðir film-nørdarnir gera lýsingarfilmar hjá fyritøkum um alt Føroyar. Hoyr meg práta við Andres um hvussu hann bleiv áhugaður í at gera filmar, hví hann bleiv kosin Ársins Íverkseti 2016, og hvat liggur í framtíðini hjá Polar Films.
42:42
March 21, 2018